Um RAG

RAG – Stuðla & Gev á TeenStreet 2022


Í ár fer peningurin, sum verður samlaður til tríggjar ymiskar verkætlanir umframt at stuðla TeenStreet Føroyum:

Vón og framtíð til hungrandi børn í
Afganistan

Í august 2021 varð lívið hjá milliónum av
afganum vent á høvdið, tá Taleban brádliga og óvæntað tók ræði á landinum. Nógv
hava mist vónina, og gera alt, tey kunnu, fyri at halda lív í familjuni. Meir
enn 1 millión børn í Afganistan eru í vanda fyri at doyggja í hungri í ár. Tey,
sum vit arbeiða saman við, eru byrjaði upp á eina verkætlan, har børn fáa
matposar, sum nøktar teirra tørv. Tey vera mettað og kunnu mennast. Børnini,
sum fáa hjálp, varðveita ikki bara heilsuna og yvirliva, men fáa eisini orku at
ganga í skúla og kunnu mennast mentalt og sosialt.


Tannáringar úr Ukraina

Kríggið í Ukraina merkir, at flóttafólk eru
tættari nú enn nakrantíð við okkum í Evropa. Tað eru fleiri tannáringar millum
flóttafólkini. Vit ynskja at vísa teimum Guds kærleika og geva teimum ein
møguleika at finna vón fyri framtíðina og frið, hóast teirra umstøður. Tí hava
vit – í trúgv - bjóðað tannáringum frá Ukraina til TeenStreet í ár, og vit
ynskja eisini at stuðla teimum, so tey kunnu koma aftur ella hava sítt egna
TeenStreet í framtíðini. Okkara bøn er, at tey skulu møta Faðirinum í summar,
og verða endurnýggjað, eggjað og styrkt í at deila Jesu kærleika við tey, sum
tey eru ímillum. Partur av RAG-pengunum, sum kemur inn í ár, fer til at stuðla
tannáringum úr Ukraina í ár og í framtíðini...


Stuðlið tannáringum kring heimin

Gjøgnum árini hava vit sæð, hvussu
TeenStreet hevur ávirkað tannáringar í Evropa, og hvussu teir so framhaldandi hava
ávirkað onnur nær og fjar. Vit ynskja eisini, at tannáringar aðrastaðni í
heiminum skulu vaksa í sínum samfelagi við Jesus, so teir kunnu ávirka onnur
andaliga og náa út við Guds kærleika, har sum teir eru. Vit trúgva at hetta er
møguligt gjøgnum TeenStreet, og vit droyma um at vaksa og byrja nýggj
TeenStreet kring heimin, soleiðis at tannáringar í hesum londunum veruliga
kunnu gera mun.

Heim