RAG er tiltakið á TeenStreet, har vit savna pengar. Áðrenn og undir hvørjum TeenStreet, savna vit pengar fyri at stuðla einum góðum endamáli, sum hevur góða ávirkan á ungdóm í Evropa og kring heimin. Vit savna pengar ígjøgnum RAG og onnur tiltøk á TeenStreet.
Í ár fara vit at samla pengar inn til hesar verkætlanir:
Miðlatænastan millum tey minst náddu
Vit savna pening inn til eina miðlatænastu, sum hevur sett sær fyri at luta evangeliið gjøgnum sosialar miðlar og sjónvarp. Tey ynskja at røkka ávísum fólkabólkum í Afrika bæði lokalt og globalt. Peningurin, sum vit savna inn, fer til outreach, evangelisering á netinum, online førleikamenning av lærisveinum og kristnum leiðarum, og til teirra online samkomu.
Umbygging eftir ódnina í Portugal
Í januar 2026 varð Portugal rakt av metstóru ódnini Kristin. Ódnin rakti miðstaðarpartarnar av landinum harðliga, eitt nú býin Monte Real, har eitt OM-toymi setti eina samkomu á stovn fyri fimm árum síðani. Samkoman er strategiskt staðsett, og er einasta evangeliska samkoma, sum tænir í einum øki við yvir 20.000 íbúgvum. Samkomubygningurin var fullkomiliga oyðilagdur av ódnini. Peningurin, sum vit savna inn, verður brúktur til at endurbyggja samkomubygningin og til at stuðla einum sosialráðgeva at stuðla familjum, sum stríðast í kjalarvørrinum av ódnini.
Stuðlið tannáringum kring heimin
Gjøgnum árini hava vit sæð, hvussu TeenStreet hevur ávirkað tannáringar í Evropa, og hvussu teir so framhaldandi hava ávirkað onnur nær og fjar. Vit ynskja eisini, at tannáringar aðrastaðni í heiminum skulu vaksa í sínum samfelagi við Jesus, so tey kunnu ávirka onnur andaliga og náa út við Guds kærleika, har sum tey eru. Vit trúgva, at hetta er møguligt gjøgnum TeenStreet, og vit droyma um, at TeenStreet í Evropa skal vaksa. Men vit droyma eisini um at byrja nýggj TeenStreet kring heimin, so at tannáringar í hesum londum veruliga kunnu gera mun. Pengarnir fara í "TeenStreet International Multiplication" grunnin og "TeenStreet Europe" grunnin. Nakað verður eisini brúkt til at gera tað møguligt hjá fátøkum tannáringum í Evropa at koma á TeenStreet, t.d. tannáringar úr Ukraina.
TeenStreet Føroyar
Ein partur av stuðlinum liggur eisini eftir í Føroyum og ger tað møguligt hjá okkum at skipa fyri leguni og øðrum ungdómstiltøkum í Føroyum.
Luttak í RAG:
- Hvørt umfar av RAG renningini er umleið 1 kilometur
- Tú rennur í 90 minuttir
- Umførini verða tald sjálvvirkandi við tínum "bib-sendara". Týdningarmikið: tín "bib-sendari" verður festur við trygarnálum í t-shirtina ella búnan, sum tú rennur í.
Stuðla við at tæna:
- Um tú ikki fært runnið, so ber til at fáa fólk at stuðla tær fíggjarliga, meðan tú gert ymiskar uppgávur á TeenStreet t.d. at hjálpa til í køkinum ella at vaska upp!
- Tað eru eisini aðrir mátar at stuðla RAG, so hav pengar við á navnaskeltinum (badge)
- Renniskógvar
- Ein fínan búna! Virðisløn verður latin fyri besta búnan...
- Hevur tú pengar við hús? Tak pengarnar við á TeenStreet og lat RAG teir!